Spania setti í gjár kanska hitamet við 47,2 stigum. Um mátingin verður váttað, tekur hon metið frammanundan í Spania, sum var 46,9 stig.
Tað ypplýsir spanska meteorologiske institut sambært tíðindastovuni AP.
Tey 47,2 stigiini vórðu máld klokkan 17:10 í Montoro í syðra landslutinum Cordoba. Núverandi metið varð nærindis í juli í 2017.
– Hendan hitabylgjan, vit hava nú, er ógvuslig. Nógv fólk siga, at tað er normalt, tí vit hava summar. Men tað er tað ikki, sigur Dominic Royé, veðurlagsgranskari á lærda háskúlanum í Santiago de Compostela, við AP.
Í øðrum londum kring Miðalhavið hevur summarið higartil eisini verið sera heitt.
Mikudagin vórðu máld 48,8 stig á italsku oynni Sisilia. Um tann mátingin verður góðkend, er tað evropiskt met. Núverandi metið er úr Athen í 1977 og ljóðar upp á 48,0 stig.
Myndugleikar í Italia sendu í gjár út ávaringar í 16 býum um so høgan hita, at borgarar av heilsuávum máttu ansa sær. Í Rom, Firenze og Bologna vóru upp til 37 stig.
Samstundis ávaraðu myndugleikar í Prtugal um, at í 14 av landsins 18 landspørtum er øktur vandi fyri náttúrueldum vegna hita yvir 40 stig.
Nýtt hitamet tykist tað ikki at vera í Portugal, har tað í Alentejo í 2003 vórðu máld 47,3 stig.
Amerikanski veðurmyndugleikin Noaa segð fríggjadagin, at juli í ár er heitasti mánaður, sum er skrásettur tey 142 árini, Noaa hevur gjørt mátingar.
Í miðal lá heitin um 15,77 stig kring heimin, 0,01 stig hægri enn higartil mánaðarmet frá juli í gjør.
Boðini frá Noaa komu, fáar dager eftir at ST sendi út veðurlagsfrágreiðingia, har niðurstøðan var, at nógvar veðurlagsbroytingar eru mannaskaptar – teirra millum vaksandi hitin.
/ritzau/