Í Grønlandi hava tey ongantíð mátað so nógvan hita í mai sum í gjár, tá hitamátarin á flogvøllinum í Narsarsuaq kom upp á 24,8 stig. Tað gamla metið fyri mai er frá 1991, tá tað vóru 22,4 stig í Kangerlusuaq.
Tað var lýggj ella heit luft, sum kom inn yvir Suðurgrønland eystaneftir, sum gav tað heita veðrið. Tað var eisini heitt aðrastaðni enn í Narsarsuaq. Eitt nú vístu hitamátararnir í Qaqortoq 21,8 stig.
Men so summarsligt var tað ikki allastaðni. Nunarsuit er ikki so langt frá Qaqortoq, men har kom hitin ikki upp um 5 stig, skrivar TV2.