Juli var óvanliga heitur í Finnlandi. Tøl hjá finsku veðurstovuni vísa, at meðalhitin var tann hægsti nakrantíð, og harafturat fóru hitamátararnir so langt upp, sum teir ongantíð hava verið fyrr, síðani hitamátingarnar í Finnlandi byrjaðu í 1829.
Tað nýggja hitametið varð sett í býnum Joensuu og var 37,2 stig. Tað gamla metið, sum var frá 1941, var 35,9 stig. Mesti meðalhiti í síðsta mánaði var í býnum Puumala, har tað vóru 23 stig í meðal.
Bæði Joensun og Pummala eru har eysturi í landinum, og tann nógvi hitin kom eisini eystan úr Russlandi, har tað eisini hevur verið óvanliga heitt í summar.










