Teir næstu dagarnir verða strævnir hjá teimum amerikanarunum, sum búgva í eystara parti av landinum, og sum ikki tola nógvan hita, tí veðurmenninir siga frá óvanliga heitum veðri har teir næstu dagarnar.
Sambært veðurforsøgnini fer hitin upp um 38 stig alla næstu viku og minst nakrar dagar afturat, men í støðum verður tað væl heitari. Eitt nú vænta veðurmenninir upp í 43 stig í býnum St. Louis.
Heilsumyndugleikarnir siga, at eldri fólk og tey, sum hava trupulleikar við heilsuni, eiga at vera í skugganum og drekka nógv vatn.
Men hitin kann vera vandamikil á annan hátt. Eitt nú bera fleiri ótta fyri, at tann nógvi hitin kann elva til skógareldar.