Tað er hugsandi, at hitabylgjan, sum herjaði Evropa seinasta summar, og sum kravdi fleiri túsund mannalív, var so ógvuslig, at slíkt hendir bara eina ferð hvørji 10.000 ella kanska hvørji 50.000 ár. Men tað er eisini hugsandi, at honm var ein ábending um, hvat vit kunnu vænta okkum, nú tað gerst altsamt heitari á Jørðini.
Tað siga sveitsiskir veðurlagsgranskarar. Danski veðurlagsgranskarin Jens Hesselbjerg Christensen, sum arbeiðir á donsku veðurstovuni, hevur arbeitt saman við sveitsisku granskarunum. Hann sigur við Jyllandspostin, at tað ber illa til at ímynda sær, at hitabylgjan seinasta summar bara var eitt tilvildarligt frábrigdi í veðurlagnum.
Tvørturímóti heldur hann, at hitabylgjan í Evropa var tann fyrsta álvarssama avleiðingin av tí veksandi hitanum á Jørðini. Hann vísir á, at hitabylgjan samsvarar við tær avleiðingar, sum veðurgranskarar hava tosað um. Hinvegin kann hon eisini vera eitt tilvildarligt frábrigdi, sum kemur eina ferð fyri hvørji 10.000 ár, sigur Jens Hesselbjerg Christensen.