Á avstralsku oynni Tasmania leita løgreglan og sløkkiliðið eftir meiri enn 100 fólkum, sum ikki eru komin afturíaftur, eftir at fleiri hús eru kolað upp orsakað av einari óvanligari hitabylgju.
Tað var fríggjadagin, at skógareldur festi í tey fyrstu húsini, og tá var hitin uppi á 41 stigum. Fleiri túsund fólk eru flutt burtur.
Talsmaðurin hjá løgregluni, Scott Tilyard, sigur, at fólk hjá løgregluni og sløkkiliðnum ganga millum húisaleivdirnar og leita, men enn hava tey ikki funnið nakran av teimum meiri enn 100, sum ikki hava givið boð frá sær. Talsmaðurin leggur tó afturat, at tað er lítil ivi um, at fleiri teirra eru deyð.
Avstralskir fjølmiðlar skriva, at umleið 3.000 fólk noyddust at flýggja undan eldinum. Fleiri teirra noyddust at vaða út frá strondini fyri at sleppa undan eldinum. Bátar komu teimum til hjálpar og tóku tey upp.