Hitabylgja í norður-Eysturoy

Hitin seinastu vikuna hevur verið av tí allarmesta, sum fólk vita um í langar tíðir.

Liss Hansen


Í Funningsfirði hava tey mált upp í 23 hitastig í skugganum seinnapartarnar fleiri dagar hesa vikuna, og afturat tí hevur verið eitt fitt lot, so hoyterrin hevur verið av tí allarbesta.

Hetta gjørdi sjálvandi, at tey flestu, sum hava nakað at hoyggja, vóru farin í bøin hesar dagarnar, og hósdagin var komið væl áleiðis við hoyggingini hjá teimum allar flestu har á staðnum.

Onkur annar valdi sær at fara undir at mála bátin ella húsini í góðveðrinum, og tað gekk eisini væl at fáa tað at torna, so tað kundi farast undir teir seinnu umgangirnar.