Næstan 500 fólk hava latið lív í tí nógva hitanum, sum hevur verið í Ungarn ta seinastu vikuna, siga heilsumyndugleikarnir. Tað hevur verið óvanliga heitt í Ungarn í seinastuni, og onkuntíð hevur hitin verið uppi á næstan 42 stigum.
Nú sigur heilsumálaráðharrin, Gerenc Falus, at hitabylgjan kravdi næstan 500 mannalív í døgunum frá 15. til 22. juli.
Tað hevur eisini verið óvanliga heitt í Rumenia, Bulgaria og í Grikkalandi, og teir rumensku myndugleikarnir siga, at har hevur hitin kravt minst 30 mannalív.










