Fyrsta takið í royndini at verja greipuna, sum kollfirðingar vunnu í fjør, skal takast í morgin, tá KÍF og Kyndil spæla steypafinaluna í føroyskum manshondbólti.
Fjeppararnir hjá KÍF byrja sína upphiting klokkan 12, tá dyrnar í Café Chill lata upp. Klokkan 14 koyra bussar við fjepparum til Havnar, og einki er at ivast í, at reyðklæddu áskoðararnir tá ætla sær at doyva grøna herin, sum tá eisini er í høllini.










