Hiroshima-flogskiparin deyður

Paul Warfield Tibbets Jr., sum var flogskipari á flogfarinum, sum slepti kjarnorkubumbuni niður yvir Hiroshima, er deyður

Eftir egnum ynski fær tann 92 ára gamli fyrrverandi flogskiparin hvørki grøv ella gravstein, tí hann bar ótta fyri, at fólk, sum eru ímóti kjarnorkuvápnum, skuldu gera seg inn á grøv hansara.

 

Paul Warfield Tibbets Jr. skrivaði navn sítt í heimssøguna tann 6. august í 1945, tí hann var flogskipari á amerikanska flogfarinum "Enola Gay", sum hendan dagin slepti einari kjarnorkubumbu niður yvir japanska býin Hiroshima.

 

-Tá eg fekk uppgávuna, visti eg, at hetta fór at verða ein kensluborin dagur, men vit noyddust at leggja kenslurnar til viks. Eg eri ikki stoltur av at hava verið 80.000 fólkum at bana, men eg eri stoltur av, at alt gekk, sum tað skuldi, segði Tibbets í einari blaðsamrøðu í 1975.

 

Hiroshima-bumban drap 80.000 fólk, men umleið 60.000 onnur doyðu seinni av bumbuni, sigur BBC.