Hini renna undan okkum

Eftir gullregn á Man fyri fýra árum síðani, vórðu medaljurnar færri í tali á Guernsey, og kaldi veruleikin er, at framstigini hjá kappingarneytunum henda skjótari, enn tey gera hjá fimleiki í Føroyum

Fimleikur

Eftir at hava verið burtur frá í oyggjaleikhøpi í nøkur ár, varð fimleikurin aftur settur á skránna á Isle of Man fyri fýra árum síðani. Og fyri føroysku heiðursmerkjaúrtøkuna er einki at ivast í, at hetta var sannur fongur.
Hóast gullið varð mest sum rænt frá mansliðnum, so var heildarmyndin, at okkara menn og kvinnur í hesum høpinum vóru so væl og virðilga fremst.
Kanska eggjaða hetta eisini hinum londunum at leggja meira í sínum venjingum, og í øllum førum kann staðfestast, at føroyska úrtøkan ikki stóð mát á Guernsey.
Serstakliga Isle of Man, sum við leikirnar fyri fýra árum síðani høvdu eitt sera ungt lið - og framúr góðar nýggjar umstøður - hava síðani tikið seg nógv fram. Og í flestu førum somikið langt, at Føroyar vórðu yvirhálaðar.

Men tað merkir tó ikki, at føroysku vónirnar eru heilt ongar undan leikunum hesaferð.
Sterkastu kortini eru Marit Magnussen og Helgi W. Olsen, og hjá teimum er eitt gull-merki avgjørt ein møguleiki. Og ivaleyst eisini eitt krav frá íðkarunum sjálvum.
Og eisini í liðkappingunum munnu útlitini vera á eini leið. Her gjørdust okkara akkurát av stutt til gullið seinast, og so er spurningurin, hvørt tann parturin verður nærri hesaferð.
Undir øllum umstøðum, so eru heiðursmerki nakað, sum kósin skal setast eftir. Men hvussu langt tað røkkur, er so ein onnur søga.