Hini gera sum tey plaga

Bæði G! og Summarfestivalurin siga, at tey fara at skeinkja sum tey hava gjørt seinastu árini. Skonkt verður á festivaløkinum, meðan festivalgestirnir sjálvir syrgja fyri sínum drykkjuvørum á tjaldingarøkinum

Teir báðir gomlu festivalarnir kenna seg ikki freistaðar at fylgja fótasporunum hjá nýggjasta føroyska festivalinum. Við Múrin fara tey at selja øl í plastikfløskum á tjaldingarøkinum fyri einans tíggju krónur fløskuna, men henda tátt ynskja tey ikki at taka upp á G! ella Summarfestivalinum.


Góðar royndir

Katrin Petersen, verkætlanarleiðari hjá G!, sigur, at tey á ársins festivali gera eins og undanfarin ár. Á festivaløkinum fara tey at selja øl í plastikgløsum, meðan festivalgestirnir sjálvir gera av, hvat teir taka við inn á tjaldingarøki at drekka, so leingi hesin løgur er í glasfløskum.

– Vit ynskja ikki at taka frælsi frá fólki fullkomiliga, og tá vit hava serstakliga góðar royndir undanfarin ár, halda vit fram við hesum, sigur Katrin Petersen.

Ein av fyriskiparunum handan Summarfestivalin, Steintór Rasmussen, sigur eins og Katrin Petersen, at teir gera sum tey plaga í Klaksvík. – Vit halda okkum til tað, sum vit hava gjørt undanfarin ár. Soleiðis sær tað í øllum førum út í løtuni, sigur Steintór Rasmussen, ið leggur aftrat, at tey nokk skulu lata frætta, um tey finna upp á okkurt annað.

Tað merkir so eisini, at tey selja øl í plastikgløsum á festivaløkinum, meðan festivalgestirnir kunnu taka øl og annað við inn á tjaldingarøki, so leingi hetta er í plastikfløskum ella dósum.