Hingis slapp við skrekkinum

Sveisiska tennisstjørnan, Martina Hingis, slapp við skrekkinum í fyrstu rundu av stóru Wimbledon-kappingini í Tennis.

Her møtti hon Wild-Card spælaranum, Naomi Cavaday, úr Onglandi, og fyrsta sett megnaði Cavaday at vinna. Í øðrum setti hevði Cavaday tríggjar dystarbóltar við støðuna 5-4, men so vendi Hingis dystinum. Hon vann hesar tríggjar bóltarnar, og næstu tvey spølini í øðrum setti, sum endaði 7-5. Í triðja setti vann Hingis 6-0, og gav sostatt Cavaday eitt egg.