Hin svarti kassin funnin

Nú eru báðir teir svørtu kassarnir frá vanlukkuflogfarinum í Alpunum funnir.

Nokk so skjótt eftir flogvanlukkuna í farnu viku í Alpunum, tá eitt flogfar hjá Germanwings datt niður, var tann svarti kassin funnin, ið tekur upp alt samskifti, sum fer fram í sjálvum flogfarinum.

Út frá upptøkunum kundi sigast, at orsøkin til flogvanlukkuna var, at annar flogskiparin, Andreas Lubitz, stongdi hin úti úr stýrhúsinum, meðan hann kaldur og róligur broytti sjálvstýraran, so flogfarið misti hædd og at enda brast í bergið við yvir 700 kilometra ferð.

Hesin seinni kassin, ið nú er funnin, gevur tekniskar upplýsingar um flogferðina, og hóast upptøkurnar hava svarað summum spurningum, vóna serfrøðingarnir at finna upplýsingar av týdningi í hesum seinna svarta kassanum við.

Annars er komið fram, eftir at politiið hevur kannað teldur hjá Andreas Lubitz, at hann vikuna undan tilburðinum leitaði á netinum eftir upplýsingum um stýrhúshurðar og trygdaratgerðir, umframt mátar at gera sjálvmorð.

Franski ákærin, sum stendur á odda fyri kanningararbeiðinum, ið nú verður gjørt, sigur seg arbeiða eftir tí tesu, at Lubitz við vilja syrgdi fyri, at Germanwings Flight 9525 datt niður og 150 fólk lótu lív.