Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, ásannar, at byrjanin av hesum valskeiði var ikki sørt spennandi, tí boringin av Eysturoyartunlinum skuldi byrja fyrst í 2017. - Hetta førdi við sær, at stórur áhugu var fyri okkara øki, bæði viðvíkjandi búseting og vinnu.
Borgarstjórin vísir á, at kommunustýrið tíðliga í hesum valskeiði setti sær fyri at fara í holt við nýggjar útstykkingar, og nú 2019 gongur móti endanum, kunnu tey í Sjóvar kommunu staðfesta, at tey eru um at verða komin á mál við hesum ætlanum.
- Økti áhugin fyri búseting førdi eisini við sær, at tørvurin á stovnsplássum øktist skjótt, og vit kunnu fegnast um, at í september 2019 kundu vit bjóða okkara borgarum tríggjar nýggjar vøggustovur við tilsamans 36 vøggustovuplássum.
Hvat fer so at henda í Sjóvar kommunu í 2020?
- Vit fara at gera lidnar onkrar verkætlanir, sum eru byrjaðar í 2019 og fyrr. Á vinnuliga økinum eru vit í gongd við at umvæla og víðka vinnuøkið við Hulkin á Strondum og at gera eitt nýtt vinnuøki við tunnilsmunnan á Eysturoyartunlinum.
Borgarstjórin vísir á, at kommunan eigur eisini nógvar ognir, sum alla tíðina krevja viðlíkahald, og í 2020 fer nógv orka at verða løgd í viðlíkahald av bygningum, skúla, barnagarði, bygdahúsi og kommunuskrivstovu, og harumframt skulu umvælingar og betringar gerast á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.
- Vit fara eisini framhaldandi at útstykkja á Strondum, Innan Glyvur, Kolbeinagjógv og á Selatrað, og í 2020 ætla vit at vetrarfriða Selatrað, soleiðis at vit í 2020 eru komin á mál við vetrarfriðing av øllum bygdum í kommununi.
Borgarstjórin sigur, at tey eisini fara at halda fram við fríðkan og øllum tí, sum tey merkja, at borgarin í kommununi ynskir og virðismetir.
Hvat var tað keðiligasta í árinum?
- Tað eru sjálvandi nógvar hendingar í 2019, sum vit minnast aftur á við gleði og sorg. Truplasta tíðin var nú í heyst, tá sjúkan hjá pápa versnaði skjótt, og tá hann legði árarnar inn fyri seinastu ferð í oktober. Um sama mundið gjørdist ein beiggi mín eisini álvarsliga sjúkur. Men, sjálvt um hetta var ein svár tíð, so var hon eisini rík, tí hetta savnaði alla familjuna á ein heilt serligan hátt.
##med2##
Hvat var tað besta?
- Vit kunnu eisini fegnast um nógvar góðar hendingar og løtur í 2019. Eg eri blivin mammubeiggi, pápabeiggi og ommubeiggi í árinum, men eg fegnist serliga nógv um, at sjúkan hjá beigga mínum koppaði tann rætta vegin, og at hann eftir øllum at døma er blivin frískur.
Artur Johansen sigur seg eisini fegnast um, at tað gongur væl í samfelagnum, og hann vónar ikki, at góða tíðin fer at fáa føroyingar til at liva yvir evni.
Hvar verða jólini hildin?
- Eg eri elstur av sjey systkjum, sum øll eru gift og hava børn og kona mín, Marjun, er yngst av fýra systkin, sum eisini eru gift og hava børn. Børnini í Strandafamiljuni eru framvegis smá og hálvvaksin, og í Skálafamiljuni eru tey væl undankomin og hava børn sjálvi, og tí er munur á jólaaftan.
Artur Johansen sigur, at familjan heldur rættiliga fast við, at tey jólaaftan skulu samlast til báðar síður í familjuni, annað hvørt ár.
- Í ár eiga vit at verða saman við Strandafamiljuni, so væntandi verður eitt sindur rokaligt í ár. Men, jólini eru ikki bara jólaaftan, og eisini 1. og 2. jóladag eru vit saman til góðan mat og hugnaliga samveru, leggur borgarstjórin í Sjóvar kommunu aftrat.