Hin seinasta vikuskiftissalatin

So gekk tað kortini ikki!

Túrurin hjá Bliki úr Århus við frískari frukt og grønmeti til ”forvandu” føroyingarnar, ið hava fegnast um at stákast í køkunum vikuskifti við frískum dygdar-rávørum.

Stjóri á Faroe Ship, Jóhanna á Bergi kunngjørdi herfyri, at broytingar í siglingarkervinum fóru at raka leiðina týsdag úr Århus.

Jóhanna segði, at tey høvdu roynt leiðina í umleið hálvt ár, men at nøgdirnar av frukt og grønmeti til Føroya eru ov lítlar til at bera tvær leiðir um vikuna.

Hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri vinnuna.

Frukt og grønt verður nú bert borið matvøruhandlum og matstovum mánadag.

Sum Niels Mortensen í SMS viðmerkti, so eru vit bumbaði 20 ár aftur í tíðina.

Eisini matstovuvinnan verður hart rakt. Tað er júst í vikuskiftinum, at gestirnir eru flestir í tali. Tað verður stór avbjóðing at kunna finna loysn at gera mat á høgum støði uttan at skammast.

Ikki eitt ilt orð til Faroe Ship tó! Tey eru privat fyritøka, ið eins og allar aðrar fyritøkur skula gera alt fyri at fyritøkan ber seg. Eisini keðiligar tillagingar. Soleiðis er tað!

Tað er afturvendandi trupulleikin: ”einki ber seg í Føroyum pr. prinsipp!” Fólkatalið er ov lítið og oyggjarnar ov fjarskotnar til at kunna bera vesturlendskt støði á detail-marknaðin.

Men kundi tað verið øðrvísi?

Nú kenni eg ikki tølini hjá Faroe Ship, hvussu ov lítlar flutningsnøgdirnar vóru í mun til at vera rentablar. Um ein øking í mongd av frukt og grønmeti við 10-20-50 ella 100 prosentum skuldi til afturat. Eg veit tað ikki.

Men hvat nú um Landsstýrið hevði gjørt álvara av sínum tankum um at strika mvg’ið fyri frukt og grønmeti. Hevði tað kunna økt um nøgdina (og fólkaheilsuna) soleiðis at týsdagsleiðin kortini hevði borið seg?

Ilt at siga.

Ella hvat um Landsstýrið hevði sent ítøkiligt tilmæli til allar køkar í almennum stovnum um at gera enn meira burturúr frukt og grønmeti. Hevði tað kunna gjørt munin?

Tað er ilt at siga.

Ella hvat nú um Fólkaheilsuráðið (aftaná at MARK-kanningarnar eru eftirmettar) fekk høvi til at gera stórt átak fyri at fáa fólk at eta meira frukt og grønt. Vóru nøgdirnar av frukt og grønmeti sum fólk fóru at eta so nóg stórar til at føroyingar aftur kundi fingið bjóðað frískar vørur til vikuskiftið?

Ja, tað er óalmindiliga ilt at meta um.

Livst so spyrst.