Eg vil siga beinanvegin, at eg eri sera harmur um, at Róðrarfelagið Knørrur ikki hevur fingið betri viðferð seinastu fýra árini, henda býráðssamgongan hevur sitið. Men góði Petur, tín egni flokkur hevur sitið við leiðsluni í býráðnum hesi árini, men hevur einki givið tykkum.
Eg haldi ikki, tað er rætt, at Róðrarfelagið Knørrur verður viðfarið soleiðis, sum tað verður. Eg skal gera púra greitt, at eg havi størstu virðing fyri tí ungdómsarbeiði, sum Róðrarfelagið Knørrur ger og stendur fyri.
Men fyri fýra árum síðan syrgdi Sambandsflokkurin í býráðnum fyri, at næstan alt kom upp á pláss við Róðrarfelagnum Knørri. Tit skuldu byggja nýtt neyst við Lágu kai. Tað vóru bert smáting eftir, men so vórðu tit svikin av verandi samgongu við Heðini Mortensen fyri Javnaðarflokkin og umboðum fyri Tjóðveldi á odda.
So Petur og øll í Róðrarfelagnum Knørri! Um tit vilja hava framburð og ikki minst virðing fyri tykkara fantastiska arbeiði, so skulu tit velja eitt umboð fyri Sambandsflokkin!
Gott val.