Hin ókenda vanlukkan

Í annaðkvøld fer lívfrøðingur at halda fyrilestur á Tvøroyri um eina sosiala, vistfrøðiliga og búskaparliga vanlukku, vit næstan ongantíð hoyra nakað um

Í annaðkvøld, mikukvøldið, klokkan 19:00 verður almennur fyrilestur á Seglloftinum á Tvøroyri um eina vanlukku, vit næstan ongantíð hoyra nakað um.

Tað er lívfrøðingurin, Lilian Joensen, sum fer at greiða frá nøkrum so sjáldsomum ílegutillagað soya og vanlukkuligu avleiðingarnar, sum tað hevur ført við sær.

Tað er kvinnufelagið í Suðuroy, Valkyrjurnar, sum skipa fyri og í tíðindaskrivi vísa tær á, at Argentina hevur havt eitt sera fjøltáttað landbrúk við alskyns avgrøði, og varð einaferð nevnt heimsins frækorngoymsla.

Í dag hvílur allur landbrúksbúskapurin á ílegutillagað soya og hendan eintáttaða veltingin av soyabønin hevur haft vanlukkuligar sosialar, vistfrøðiligar og búskaparligar avleiðingar fyri Argentina.

- Avleiðingarnar eru skógir verða oyddar og fátækir bøndur og upprunafólk verða forfylgd. Samstundis kunnu álvarsligir heilsutrupulleikar staðfestast hjá fólki, ið búgva nærhendis soyamarkirnar.

Í Føroyum er ílegutillagað soya í fóðuri til mjólkneyt, og í fóðurblandingum til seyð.

Lilian Joensen er hálvur argentinari og hálvur føroyingur. Hon er uppvaksin í Buenes Aires, útbúgvin lívfrøðingur í Keypmannahavn og hevur argentinskan PhD í kyknulívfrøði.

Í dag býr hon í Sumba og undirvísur á Skúladeplinum í Suðuroy.

Tey, sum ikki eru limir í valkyrjunum betala 50 krónur fyri at hoyra fyrilesturin.