Knút Háberg Eysturstin
Líka síðan Prix Føroyar kappingin byrjaði í 1995 hava Prix sendingar verið framleiddar í SVF.
Føroya ungdómur hevur manga eina minniliga løtu savnast frammanfyri sjónvarpsskugganum og enduruppliva tónlistarligu rembingarnar og mongu hendingarnar, ið fóru fram vikuskiftini áðrenn sendingina mikukvøld.
Framførslur frá bólkum og einstaklingum (seinni gjørdist tað til smærri brot av framførslum), samrøður, innsløg og ein rúgva av góðum skemti frá
væluppløgdu vertunum vóru at síggja í hesum sendingum.
At byrja við var tað Jóhan í Kollafirði ið var vertur og seinni tók Tróndur Vatnhamar arvin yvir sum fjákuti og faktiskt stuttligi ísspegilin mitt í øllum ruðuleikanum og meyldrinum av tónleiki.
Soleiðis var í 1997, 1999, 2001 og í 2003 og tilsamans hava nógvir spennandi og góðir tímar veri sendir av sera fjølbroyttum og aktuellum tilfari til ung. Eg minnist manga góða løtu saman við vinfólki har vit hugdu alspent eftir hvat rørdi seg innan føroyskan
tónleik og hvat øll hesi fólkini høvdu uppá hjarta. Og tað man so brádliga endaði hinumegna sjónvarpsskíggjan frammanfyri linsuna, kundi ein bara fegnast enn meir
um henda frálíka møguleika at samskifta tónleikin út til føroyska ungdómin á sera effektivan hátt. Ein gjørdist í grundini takksamur fyri at Føroya ungdómur (ið tekur tónleikin í størsta og ramasta álvara, bæði tey sum framføra og tey sum lurta) hevði henda frálíka samskiftismøguleika umvegis sjónvarpið og var hóast alt ikki fullkomiliga gloymdur í føroysku loftbornu fjølmiðlunum. Har var ein lítil glotti at hóma annað hvørt ár tá Prixið tók dik á seg...
Hugstoytandi broyting
Men í dag, anno 2005, er støðan ein heilt onnur; andlitsleysa bureaukratiið í Mega-stovninum ÚF hevur valt at ignorera og nærum gloyma Føroya ungdóm!
(andlitið á Jógvan Jespersen hómast tó kámliga, fjart í ringrás á sendinetinum)...
Vælumtóktu Prix sendingarnar, ið mong høvdu glett seg til, eru nú reduseraðar til nøkur fá innsløg ið vera send umvegis alnótina! Live tónleikurin, prátið, skemtið og samrøðurnar frá Tróndur Vatnhamar (ið enn er fastur fúsur) vera nu einans at síggja sum lítil
brot, ið kunnu heintast niður av alnótini.
Misskil meg ikki; eg haldi at tað er eitt fínt hugskot at senda umvegis alnótina og letur tað upp fyri nýggjum møguleikum ið samband við Prix og fær tónlistarligt samskifti umvegis fjølmiðlar og miðlar eina nýggja dimensión, og alt gott um tað! Eisini munnu mong ung fegnast um henda møguleikan at heinta niður Prix tilfar. Men samstundis at avtaka sjónvarpssendingarnar er ein ótrúliga undarlig avgerð tí tað er ein katastrofal undirmetan av miðsavnandi samskiftisvirðinum sum var at finna í Prix sendingunum! Føroya ungdómur er við hesi avgerð at kalla gloymdur og hevur mist ein týðandi tátt í føroyska fjølmiðlaheiminum. Fjølbroytta og aktiva tónleikalívið í Føroyum hevur mist eitt týdningarmiki forum og ein virðismiklan samskiftismøguleika. Glottin er nærum sløkknaður! Ein má bara spyrja hví?
Glitrandi galla ella ulmandi undirgrund?
Um orsøkin til hesa broyting er at stóra finalushowið "Atlantic Music Event" skal gerast so glamourøst og pompøst sum gjørligt (og skulu allir tøkir miðlar tískil sprænast í hetta eina tiltakið), soleiðis at tað í so stóran mun sum gjørligt kann gerast fitti og hugnaligi lítlibeiggji hjá Grammy Awards, Oscar handanini og MTV European Music Awards, ja so er spurningurin um ein skal gráta ella flenna. Tí hvat tænir tað føroyska ungdóminum? og ikki minst, hvat tænir tað øllum teimum frálíku og progressivu tónleikabólkunum ið aldrin náa innum glitrandi gáttina í Norðurlandahúsinum? (tí hartil er teirra tónleikur alt ov nýggjur, øðrvísi og anarkistiskur og passar als ikki inn í nakað glitrandi "tv show" format?)
Í hesum døgum koma nógvir spennandi tónleikabólkar krúpandi upp úr føroysku undirgrundini og geva teirra kærkomna ískoyti til føroyskt tónleikalív. Men sum tað sær út fara flestu teirra at vera bæði ignoreraðir og gloymdir av føroyska sjónvarpinum og tað er ótrúliga keðiligt og syrgiligt!
Lesarabrævið saman við ummælum, kjaki, viðmerkingum og øðrum er annars at finna á heimasíðuni hjá G-festivalinum. www.gfestival.com.










