Hin fullkomni javnlíkin

»On the Scene« - leikhúsið á Gamla Meiarínum

Hetta er søgan um fimm íslendingar. Teir eru á ymsum aldri, og úr ymsum samfelagsbólkum, men eitt hava teir allir til felags: Teir eru allir samkyntir. Hetta er fyrsti íslendski leikur nakrantíð, ið er um samkynt í Reykjavík

»Hin fullkomni jafningi« ella »The Perfect Equal« fekk sterka móttøku til frumførðsluna í Reykjavík í januar í ár. Ummælini vóru sera góð, og aftaná tjúgu sýningar høvdu heili 5000 fólk sæð leikin. Og nú kemur leikhúsið »On the Scene« hendavegin. Tað er Gríma sum hevur bjóðað íslendska leikbólkin higar at spæla á Gamla Meiarínum í Tórsgøtu, mikudagin 10. oktober kl. 20.00 á enskum, og hósdagin 11. oktober kl. 20.00 á íslendskum.


Einmansleikur - men ikki sum vanligt

Talan er um einmansleik, og Felix Bergsson hevur allar fimm leiklutirnar. Men kortini er ikki talan um einmansleik soleiðis sum vit vanliga kenna hugtakið - hetta er ikki bert frásøgn. Leikarin hevur m.a. ein film sum mótleikara, og harafturat hava ljós, ljóð, og skaldskapur og tónleikur stóran leiklut. Saman skapa tey umstøður, har alt kann henda. Broytingar fara fram fyri eygunum á áskoðarunum, onkuntíð uttan at hann varnast hvat hendi - og inni í øllum hesum trína teir fimm menninir, tær fimm lagnurnar fram.


Kundi fyri tað verið í Føroyum

Eins og í Føroyum, hava samkynt í Íslandi altíð liva í loyndum. Men fyri tjúgu árum síðani stovnaðu íslendsk samkynt ein felagsskap, og sum nú er hava tey samkyntu sera góðar umstøður. Fyri tveimum árum síðani varð lóg um skrásett paralag sett í gildi av Alqinginum, og samstundis kom lóg, ið setti forboð fyri mismuni á samkyntum og hinskyntum. Og eftir øllum at døma fer eisini lóg at koma skjótt, ið loyvir samkyntum at ættleiða børn.

Kortini eru tey, eins og fles aðrastaðni, iki væl lýdd. Eins og hjá okkum, so kenna øll hvønnannan, slatur gongur skjótt, og tað ber ikki so væl til at krógva seg burtur, sum í stórbýnum uttanlanda. Samkyntir menn úti á bygdunum noyðast ofta at flyta heiman, teir flestu enda í Reykjavík, men fleiri kenna seg eisini noyddar at rýma av landinum. Jú, tað kundi fyri tað verið í Føroyum.

Og tað er hetta, ið leikurin tekur upp: Viðurskiftini í einum landi sum hevur góðar lógir - men er fult av fordómum.


Einastandandi ummæli

Sum nevnt er hetta fyrstu ferð at trupulleikarnir hjá íslendskum samkyntum hava verið viðgjørdir á palli, og aftan á frumsýningina varð nógv kjak í fjølmiðlunum um viðurskiftini hjá teimum samkyntu. Fólk vóru tó á einum máli um, at leikurin var eitt framúr avrik. Íslendsku ummælararnir skrivaðu m.a.:

»Ein týdningarmikil leikur.. Felix ger fimm sera ymisk fólk livandi og áhugaverd, og fær teg at broyta tína áskoðan um samkynt - kortini uttan at prædika.. Høvdu bara fleiri sjónleikarar verið so djarvir«.

Radio 1

»Soleiðis ber til at gera einmansleik til spennandi og heilskapaðan sjónleik... Nýtslan av filmi og ljóði er meistarliga samanbundin við leikaran á pallinum«

Morgunblaðið


»Ofta flennur tú í kíki, men har eru eisini løtur av svárari pínu... Eg havi ongantíð sæð ein leik, har sjónleikari og filmur rigga so væl saman«.

DV

Tað er Felix Bergsson sum hevur skrivað leikritið og spælir. Leikstjóri: Kolbrún Halldórsdóttir. Pallmynd: Magnus Sigurdarson. Filmsleikstjóri: Kristofer D. Petursson. Tónleikur Karl Olgeirsson. Ljóssetari: Johann B. Palmason, og búnar: Maria Olfsdóttir. Aftaná sýningarnar í Havn fer »Fullkomni Javnlíkin« til Tromsø, síðani til London, og endar so aftur í Reykjavík.

Sýningarnar á Gamla Meiarínum verða sum nevnt á tveimum málum: Mikudagin 10. oktober verður »The Perfect Equal« sýndur á enskum, og hósdagin 11. oktober. »Hin fullkomni jafningi« á íslendskum.