Tað er meira vanligt, at føroyingar, sum dáma at fiska, fara til Íslands at fiska laks. Soleiðis er eisini við hesum fýra, Jóan Magnusi Rasmussen, Jógvan Eliasi Joensen, Osmundi Justiussen og Ingvari Joensen.
Allir eru teir vinnulívsmenn, og allir hava teir verið eigarar í gulllaksavirkinum Tavuni í Leirvík, harav hin elsti á myndini, Jógvan Elias Joensen, sum er 85 ára gamal, er nevndarformaður.
Í gjár legði Jóan Magnus Rasmussen eina mynd út á sína Facebook-síðu, har hann stóð við laksi, ið hann hevði fingið á veiðiferðini í Íslandi. Laksurin vigaði stívliga 11 pund.