Guðstænasta
Sunnudagin kl. 11 verður guðstænasta í Glyvra kirkju við Meinhardi Bjartalíð, sóknarpresti.
Vit spurdu Meinhard týsdagin, um hann fer at tvinna stevnutiltakið uppí taluna hendan dagin, nú eystanstevna er, og guðstænastan er við í skránni fyri stevnuna.
Meinhard heldur ikki, at tað er so vanligt at gera nakað serligt burtur úr sjálvum stevunum í prædikum uttan, tá ið ólavsøka er.
- Enn er bara týsdagur, so hetta havi eg ikki hugsað so nógv um. Men nú fáa vit at síggja, um stevnutiltakið verður tikið fram í prædikuni. Tá ið nomið verður við slík tiltøk í eina prædiku, er umráðandi at gera sær nakrar tankar í góðari tíð og festa teir á blað. Tað havi eg ikki gjørt, sigur presturin.
Burturfarni sonurin
Men Meinhard lovar undir øllum umstøðum, at teksturin sunnudagin verður áhugaverdur, tí hesaferð snýr hann seg um tey trý líknilsini í Lukasi, kap. 15, har hæddarpunktið er søgan um hin burturfarna sonin.
- Søgan um hin burturfarna sonin er samstundis hæddarpunktið í evangeliinum
eftir Lukas, og eg haldi ikki, tað er av tilvild, at hesin parturin er plaseraður mitt í evangeliinum. Í mínari verð er eingin ivi um, at Lukas, sum var lækni, sjálvur hevur hildið hetta líknilsi vera tað besta.
Meinhard sigur, at Lukas verjir Jesus við líknilsinum um burturfarna sonin. Hann er fyri veldugum atfinningum av farisearum og skriftlærdum, tí hann hevur borðfelagsskap við tollarar, syndarar og skøkjur.
- Hesi líknilsi, sum eru í Lukasi, kap.15, hevur Jesus sitið og fortalt við borðendan og hevur víst á, at evangeliið ikki minst er vent móti teimum, sum eru uttanfyri ? um vit kunnu siga tað soleiðis, sigur presturin.
Kærleiksfullur faðir
Hann vísir á, at hetta er evangiliið um hin kærleiksfulla faðirin, sum treytaleyst tekur ímóti soninum, sum er vendur heimaftur.
- Faðirin í líknilsinum er eingin annar eg Guð, og líknilsið sigur okkum eisini, at tú kanst ongantíð gera teg verdugan til Guðs náði, sum er kærleiksfull ? og ókeypis.
Presturin heldur, at líknilsið um burturfarna sonin er velduga flott ? ein perla í litteraturinum, sum hann tekur til.
- Tað er altíð soleiðis, tá ið tú prædikar, at tú roynir at gera tekstin viðkomandi, men í hesum førinum er hetta ein kjarnutekstur at prædika yvir, sigur hann.
Meinhard Bjartalíð sigur at enda, at hann fyrst og fremst fer at halda seg til tekstin til komandi sunnudag og torir ikki at lova, at hann fer at tvinna stevnutiltakið, sum annars er í kommununi hetta vikuskiftið, uppi í prædikuna.