Himmalin yvir Føroyaland

Himmalin yvir Føroyaland verður vakur nýggjárskvøld

Áhugin at keypa stór fýrverk er ómetaliga stórur í ár

Nú einans 35 dagar eru eftir til túsund ára skiftið hava flest allar føroyskar bygdir og býir fyrireikað seg til nýggjárskvøld. Veitsla og dansur verður so at siga í hvørjari bygd, og stórfýrverk er keypt í sera stórum mongdum.

P/F J.F. Kjølbro Heilsøla, sum í fleiri ár hevur selt stórfýrverk, sigur, at áhugin fyri at keypa stórfýrverk er rættuliga stórur. Tað vísir seg, sum øll vilja hava stórfýrverk. Fólk í hópatali seta seg í samband við okkum við fyrispurningi um fýrverk. Serliga eru tað bý og bygdarráð, men eisini eru tað nógv ítróttarfeløg, býlingar og aðrir felagsskapir, sum liggja fram við, siga teir á Kjølbro Heilsølu. Í lýsing aðrastaðni í blaðnum í dag bjóðar Kjølbro Heilsøla øllum teimum, sum hava áhuga at keypa fýrverk, at seta seg í samband við teir.