Hilnast illa hjá Christiani í Grótinum

Ómetaliga lágur prísur á svartkjafti er orsøkin til, at tað er um reppi, at Christian í Grótinum hórar undan einum undirskoti í ár

Nótaskipið, Christian í Grótinum, hevur higartil í ár einans selt fyri góðan helmingin av tí, selt varð fyri í fjør. Higartil í ár hevur skipið fiskað fyri 33,5 milliónir, meðan tað frá 20. mars og restina av 1998 fiskaði fyri 60 milliónir.

Orsøkin til vánaliga úrslitið í ár er tó ikki vánaligur fiskiskapur, men heldur vánaligir prísir. Skipið hevur í ár fiskað nøkulunda somu nøgd sum í fjør, men virðið av svartkjaftinum hevur í miðal í ár verið helmingin lægri enn í fjør.


Ikki mist mótið

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur seg ikki hava mist mótið av vánaliga úrslitinum í ár.

? Høvdu vit ikki havt gott mót, vóru vit ikki farin undir at byggja nýtt skip. Nýggi Christian í Grótinum hevur roynst væl, og vit trúgva uppá, at tað ber til at reka skipið.

Reiðarin á Christiani í Grótinum sigur, at skipið skal fiska fyri 35 milliónir um árið, skal tað bera seg. Higartil í ár, hevur tað, sum áður nevnt, fiskað fyri góðar 33 milliónir krónur, og Kristian Martin Rasmussen vónar, at skipið fer at megna at fiska fyri tvær milliónir hendan seinasta mánaðin av árinum, so sleppast kann undan einum undirskoti í ár.


Fyrra hálva ringast

Tað er fyrra hálva av 1999, ið er orsøkin til vánaliga úrslitið hjá Christiani í Grótinum. Tíðliga í ár var prísurin á svartkjafti nevniliga heilt niðri á 30 oyrum. Nú er prísurin spakuliga farin upp aftur á eina vanliga legu, ið liggum um 57 oyru.

Nevnast kann, at prísurin í fjør var heilt uppi á 90 oyrum.

? Seinna hálva av 1999 hevur bjargað fiskiárinum hjá okkum. Var prísurin ikki komin upp aftur á tey 57 til 58 oyruni, høvdu vit uttan iva havt undirskot í ár, sigur Kristian Martin Rasmussen.

Reiðarin á næstnýggjasta nótabátinum í landinum heldur tað vera heppi, at Eiler Jacobsen kom við nýggju Krúnborg júst nú. Hann vísir á, at um hann var komin við skipinum hesa tíðina í fjør, ið var tann tíðin tá prísurin fór niður, hevði tað verið tungt at drivið skipið fyrstu tíðina. Men av tí, at prísurin aftur er komin á eitt hægri støði, væntar reiðarin á Christiani í Grótinum, at tað fer at verða eitt sindur lættari at reka nýggju Krúnborg nú, enn tað hevði verið, um hon kom fyri einum ári síðani.


Avstað sunnukvøldið

Fiskiskapurin hjá Christiani í Grótinum hevur veri vánaligur seinastu tvær vikurnar. Skipið landaði 850 tons í Fuglafirði í farnu viku, og var tað inni fyri veður um vikuskiftið.

Sunnukvøldið fór Christian í Grótinum aftur til fiskiskap. Eigararnir hava sett sær sum mál at fiska fyri einar tvær milliónir hendan seinasta mánaðin í øldini.