- Vit spæla ikki hondbólt í dag. Dreingir 12 høvdu spælt frægari enn vit í dag. Hesi sjálvatfinningarsomu orðini eigur tvímálsskjúttin og landsliðsspælarin hjá H71, Hilmar Leon Jakobsen aftaná lemjandi 13-25 (7-14) tapið hjá H71 ímóti Kyndli í dystinum í FTZ-deildini, sum var spældur í høllini á Hálsi í Havn fyrr í kvøld.
Hilmar Leon Jakobsen staðfestir, at einki riggaði hjá H71 í dag, og talan er um eitt stórtap sum svíður.
Landsliðsspælarin slær fast, at teir mugu gloyma hendan ósigurin sum skjótast, og nú ræður um at vinna á KÍF í bólkaspælinum í steypakappingini í komandi dysti.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum ein sera vónbrotin Hilmar Leon Jakobsen hevði at siga í samrøðuni Tróndur Arge gjørdi við hann aftaná Hilmar Leon og liðfelagarnir høvdu tapt 13-25 (7-14) ímóti Kyndli.
Fyrr í dag vann Neistin 26-23 (13-11) á Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn.
Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
NEISTIN | 15 | 389 | 336 | 53 | 24 |
H71 | 15 | 384 | 375 | 9 | 21 |
KYNDIL | 14 | 347 | 333 | 14 | 15 |
VÍF | 12 | 359 | 350 | 9 | 12 |
TEAM KLAKSVÍK | 15 | 353 | 387 | -34 | 12 |
KÍF | 13 | 325 | 350 | -25 | 7 |
STÍF | 14 | 370 | 396 | -26 | 7 |