Hilmar koyrdi brandbil og politibil

Í Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.05 er ein samrøðu við Hilmar Johannesen í Havn, sum umframt at hava arbeitt sum bilmekanikari, eisini hevur verið brandmaður og eykapolitistur.

Hilmar fór í 1956 í læru sum bilmekanikari á bilverkstaðnum hjá Sverra Djurhuus, sum tá var í Tjarnastovu í Janstovugøtu. Í 1967 bleiv Hilmar knýttur at Tórshavnar Sløkkiliði. Umframt at vera brandmaður tók hann í 1984 við sum eykapolitistur á Politistøðini í Havn.