Ikki færri enn 1100 fólk høvdu leitað sær vestur í Vágar leygarkvøldið, tá ið skipað varð fyri Føroya stuttligasta borðhaldi. Fyriskipararnir høvdu nógv burtur úr at gera hølini so hugnalig sum møguligt, og tað var eydnast væl.
Á borðunum stóð føt við breyði við føroyskum viðskera, og lagið var gott á teimum mongu fólkunum, ið høvdu leitað sær vestur í Vágar úr øllum landinum.
Ymiskt støði á skemtarunum
Borðhaldið byrjaði um áttatíðina, og tað var næstan beinan vegin, at fyrstu skemtararnir fóru á pallin. So hvørt sum borðhaldið leið, komu teir átta skemtararnir á pallin, og millum framførslurnar hjá teimum ymsu luttakarunum varð skipað fyri felagssangi, har gestirnir eitt nú fingu møguleika at syngja fleiri sangir, ið vóru yrktir til júst hetta høvi.
Tað var ymiskt, hvussu teir einstøku skemtararnir kláraðu seg. Onkrir tóktust eitt sindur meiri vanir við at standa á palli framman fyri stórari mannfjøld, meðan tað hjá øðrum gekk eitt sindur meiri trilvandi.
Tá ið klokkan nærkaðist midnátt, høvdu allir teir átta luttakararnir verið á pallinum, og teir flestu áhoyrararnir høvdu varhugan av, hvønn kappingin fór at standa ímillum um heitið sum Føroya stuttligasti.
Greiður vinnari
Tað tóktust øllum greitt, at kappingin fór at standa millum teir tríggjar Hilmar Jan Hansen, Magna Poulsen og Hans Hjalta Skaale, ið allir høvdu staðið seg stak væl og veruliga fingið láturin at runga í høllini.
Tað gekk ikki long tíð, so kom úrslitið, ið teir tríggir dómararnir, Torgerð Suðuroy, Egi Dam og Ólavur Klakk, vóru komin til. Torgerð Suðuroy kom á pallin við úrslitinum, og hon segði, at tað hevði verið sera tætt millum nummar tvey og trý, men nummar tvey gjørdist Hans Hjalti Skaale, meðan Magni Poulsen gjørdist nummar trý. Nummar eitt gjørdist ikki óvæntað Hilmar Jan Hansen, ið veruliga hevði fingið lív í salin, tá ið hann kom á pallin og gjørdi eina parodi upp á Tobba.
Hilmar Jan bleiv heiðraður, sum tað sømir seg, og tey 1100 fólkini hildu á við at stuttleika sær til langt út á náttina við góðum dansi. Alt í alt eitt gott tiltak, sum fólk tóku væl undir við, og sum vónandi verður endurtikið.