Hilmar framsýnir í Havn

Hann hevur luttikið á mongum framsýningum áður. Og komandi dagarnar fer Hilmar J. Højgaard úr Saltnesi at sýna fram 30 málningar í Smiðjuni í Lítluvík.

Havn: Hilmar hevur verið við á flestu Lions C. Eysturoy páskaframsýningum, og hann hevur eisini verið á Lions C framsýningum á Ólavsøku.
Umframt hesar, hevur hann havt fleiri sjálvstøðugar framsýningar m.a. í fjør í Smiðjuni í Lítluvík og hevur hann eisini sjálvur annar havt framsýning í Leikalund í Klaksvík.
Seinni í summar skal Hilmar sýna fram í Íslandi.
Við á framsýningini eru 30 nýggir akrylmálningar, sum avmynda føroyska landslagið, bátin og menniskja.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 6. mai kl. 15 og er opin til og við 11. mai. Opið er allar dagar frá kl. 15-19, tó leygardag eisini frá kl. 10 ? 13.