Hillside kvalararnir

Tað skal nógv til, áðrenn fólk í einum stórbýi sum Los Angeles skakast av nøkrum drápum, serliga tá hesi raka fólk, sum liva ein vandafult lív so sum skøkjur. So tá tríggjar kvinnur vórðu funnar kvaldar og tveittar naknar á nakrar skráningar í landnyrðingspartinum av býnum í oktober til fyrst í november 1977, lá eingin svøvnleysur av hesum. Bara nakrir snúnir detektivar ánaðu óráð.

Alt broyttist tó »thanksgiving« vikuna í november, tá fimm ungar kvinnur vórðu funnar á skráningum í Glendale-Highland Park-umráðnum. Men hesar ungu genturnar, ein so ung sum 12, ein onnur 14 ára gamlar, vóru hampiligar gentur, sum vórðu burturfluttar úr teirra meðalklassa grannaløgum.

Dagbløð og sjónvarpsstøðir greiddu frá neyðtøku, píning, burturflyting og drápi. Knappliga var býurin í panikki.

Hesi drápini vórðu skjótt fest at heitinum »Hillside Strangler« (skránings-kvalarin), tó at løgreglan var sannførd um, at talan var um meiri enn tann eina drápsmannin. Fólk royndu at verja seg sum best og annars vera varin, men tað var eingin trupulleiki at finna nýggj offur.

Sunnudagin 20. november 1977 var fyrst eitt lík funnið og síðani tvey onnur hinumegin sama heyggj. Tey bæði seinnu vóru illa farin og herskarar av insektum høvdu tikið yvir. Eingi tekin vóru um, at drápini vóru farin fram, har líkini vórðu funnin, og tað bendi á, at talan helst var um fleiri enn ein drápsmann.

Longu tríggjar dagar seinni varð enn eitt lík funnið á einum skráningi. Eisini hendan gentan var hildin vera kvald, men maðkarnir høvdu gjørt tað ógjørligt at meta um, antin hon var neyðtikin ella ikki.

Nú gjørdi løgreglan í Los Angeles skjótt av og setti á stovn eitt serligt lið, sum skuldi taka sær av »Hillside«-morðunum.

 

Eitt vitni

Drápsmenninir høvdu verið ógvuliga nógv úti um seg, síðani fyrsta drápið, men sjálvt »Thanksgiving« vikuskiftið »hildu teir frí«. Men tað var eisini alt, tí longu týsdagin eftir, hin 29. november, var enn eitt offur funnið í Mount Washington økinum í Glendale, LA. Og hóast líkið lá mest sum úti á vegnum, vóru merkini á hondum, fótum og hálsi ikki at fara skeivur av. Tað var vørumerkið hjá Hillside kvalarunum.

Men okkurt var øðrvísi á hesum ofrinum. Lógvarnir bóru merki av at vera eitt sindur brendir, eins og høvdu drápsmenninir eksperimenterað við einumhvørjum. Hartil var ein lítil rás av einumhvørjum skínandi evni, sum hevði vakt áhugan hjá einum hala av mýrum. Um hetta var ísáð ella spýtt, kundi tað avdúka blóðtypuna hjá drápsmanninum. Royndir av ísáð frá øðrum ofrum høvdu ikki givið nakað úrslit.

Seinni um dagin var hetta offurið eyðmerkt sum Lauren Wagner. Hon var ikki komin heim um kvøldið, men bilur hennara var parkeraður hinumegin vegin. Har kundi ein granni siga frá, at ein bilur hevði koyrt upp á síðuna av bilinum hjá Lauren um níggjutíðina á kvøldi, og annar av monnunum í bilinum hevði hálað kvinnuna inn í teirra bil. Vitnið, 59-ára gamla Beulah Stofer, var tó so ræðslusligin, tá løgreglan tosaði við hana, at lítið skil fekst á tí, hon segði. Beint fyri løgreglan kom, hevði ein maður ringt og hótt hana við, at um hon segði frá tí, hon hevði sæð, fór hann at myrða hana.

Beulah kundi tó rættiliga gjølliga greiða frá, hvussu menninir í bilinum sóu út.

Nú vórðu trý eldri morð eisini sett í samband við Hillside kvalararnar. Hetta vóru morð, ið vórðu framd fyrst í oktober 1977, har talan var um skøkjur, ið vórðu neyðtiknar og síðani kvaldar.

 

Seattle-sambandið

Um miðan desember var løgreglan aftur boðsend, hesaferð til ein brattan skráning í Alvarado Street, har líkið av ljóshærdu »call«-gentuni, Kimberly Diane Martin, var funnið.

Hesaferð tóktist, sum hevði løgreglan tvey rímiliga góð spor at ganga eftir. Seinasti kundi hennara hevði kallað hana til eina ávísa íbúð, sum tó vísti seg at standa tóm. Og hann hevði ringt frá Hollywood Public Library, men heldur ikki her kom løgreglan nakran veg.

Nú hildu drápsmenninir seg kúrrar fram til miðan februar, tá aftur eitt offur varð funnið. Hesaferð var ein vøkur ung kvinna nevnd Cindy Hudspeth offurið. Hon var løgd í viðførisrúmið á bili sínum, sum síðani var skumpaður út av og rullaði oman ein bratta. Líkið bar týðiliga vørumerkini hjá »Hillside« kvalarunum.

Heldur ikki her kom nakað munagott burtur úr kanningunum, og nú gingu mánaðir uttan nakað hendi, so tað tóktist sum var kvalarin ella kvalararnir givnir við sínum óhugnaliga ítrivi.

So, 12. januar 1979, fekk løgreglan í Bellingham í statinum Washington at vita, at tvær ungar lesandi gentur vóru horvnar. Hetta vóru ábyrgdarfullar gentur, sum ikki stungu av soleiðis uttan víðari. Tá onnur teirra ikki møtti til arbeiðið, hon hevði eftir skúlatíð, gjørdist stjóri hennara óróligur. Hann mintist, at ein trygdarvørður og vinur gentuna, Karen Mandic, hevði útvegað henni eitt starv at ansa børnum kvøldið fyri.

Løgreglan setti seg í samband við trygdarvørðin, men hesin segði seg einki kenna til horvnu genturnar. Løgreglan var kortini illgrunasom og kannaði málið nærri. Heima hjá gentunum fann løgreglan eina adressu, har tær skuldu ansa børnum, og gjøgnum trygdarfelagið kundu teir knýta hendan trygdarvørðin til somu adressu.

Ein kanning á adressuni vístu eingi spor eftir hvørki Karen Mandic, vinkonuni Diane Wilder ella bilinum hjá Karen. Men við at biða um hjálp gjøgnum fjølmiðlarnar funnu teir bilin og í honum líkini av teimum báðum gentunum.

Nú gjørdi løgreglustjórin av, at fáa trygdarvørðin inn til avhoyringar. Hesin var bæði blíður og høvisligur, og løgreglan hevði ongar trupulleikar av honum. Hann æt Kenneth Bianchi.

 

Fangaðir og dømdir

Tað vísti seg, at Bianchi livdi saman við unnustu síni gjøgnum mong ár og teirra lítla soni. Unnustan, Kelli Boyd, trúði ikki sínum egnu oyrum tá hon hoyrdi, at Kenneth var undir illgruna fyri morð, og sama var galdandi við arbeiðsgevaran hjá honum.

Kynshár vórðu funnin, tá líkini av teimum báðum gentunum vórðu flutt í líkhúsið, og somuleiðis vórðu hár funnin í húsunum, har genturnar skuldu havt ansað børnum. Tað fór at taka nakrar dagar at finna útav, sum hesi hár vóru av Kenneth Bianchi, men tá løgreglan fann nakað av tjóvagóðsi heima hjá honum, var eingin vandi at varðhaldsfongsla hann, meðan kanningarnar fóru fram.

Løgregluovastin mintist »Hillside« drápini, og tá hann visti, at Bianchi hevði búð í Los Angeles áðrenn hann flutti til Bellingham uttanfyri Seattle, setti hann seg í samband við LAPD.

Nú gekk tað skjótt hjá løgregluni at savna neyðug prógv saman og skjótt stóð greitt, at Kenneth Bianchi í hvussu er var annar av »Hillside« kvalarunum. Prýðislutir, sum vórðu funnir heima hjá Bianchi, kundu skjótt setast í samband ofrini hjá kvalarunum, og nú var eingin ivi longur.

Kenneth Alessio Bianchi var føddur 22. mai 1951 í Rochester, New York. Mamman var alkoholikari og skøkja og gav hann skjótt frá sær. Hann hevði ein vána barndóm. Men hann var ógvuliga vitugur og hevði ein IQ upp á 116 og kreativ evnir. Kortini megnaði hann ikki at fáa nakað serligt burturúr.

Tá løgreglan soleiðis hevði funnið fram til annan drápsmannin, var mynd av honum send út til bløð og SV í Los Angeles, og skjótt kom í ljósmála eitt annað navn, nevniliga Angelo Buono.

Løgreglan fekk fatur á honum, og skjótt stóð teimum greitt, at teir nú høvdu fingið fatur á hinum drápsmanninum. Buono var eisini føddur í Rochester, New York 5. oktober 1934, og var syskinabarn Kenneth Bianchi.

Bianchi, snildur sum hann var, mundi eydnast at sannføra serfrøðingar um, at hann hevði fleiri persónar í sær, men hann gjørdi kortini nakrar avgerandi feilir. Tað var honum skjótt greitt, at einasti máti at sleppa undan deyðadómi var at samstarva við myndugleikarnar.

Báðir menn vóru seinni dømdir til lívlangt fongsul uttan møguleika fyri royndarleyslating. Angelo Buono doyði í 2001.