Hillerød misti sigurin í yvirtíðini

Hørður H. Askham og liðfelagarnir í Roskilde taptu stórt

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Adrian R. Justinussen var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Hillerød leiktu javnt 2-2 móti Vendsyssel FF.

 

Teir í Hillerød kunnu veruliga iðra seg, tí Vendsyssel javnaði til 2-2 fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Finski málverjin hjá Vendsyssel, Lasse Schulz stútaði bóltin í netið aftaná eitt hornaspark. 

 

Longu aftaná 33 minuttir hevði Markus Bay við tveimum málum syrgt fyri, at Hillerød var á odda 2-0, men tað bar ikki til ein sigur.

 

Hillerød er nummar sjey í deildini við 14 stigum.

 

Hørður H. Askham var við frá dystarbyrjan hjá Roskilde FC, ið mátti leggja rygg til eitt 1-4 tap fyri Hobro á útivølli.

 

Roskilde fekk annars eina dreymabyrjan, tá Arman Taranis legði útiliðið á odda longu í sætta minutti. Átta minuttir seinni hevði Hobro javnað, og í seinna hálvleiki tryggjaði Hobro sær sigurin við at skjóta trý mál aftrat. 

 

Roskilde er aftast í deildini við bert fýra stigum. 

 

Nú fara føroysku leikararnir at hugsavna seg um uppgávurnar í Nations League á heimavølli á Tórsvølli móti Armenia og Lettlandi.