Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, hevur verið í Hvítu Húsunum og kannað, um hon kann fáa starvið sum stjóri í Heimsbankanum.
Tíðindini hevur Reuters fingið frá keldum, sum vita um samráðingarnar. Sambært keldunum skal Hillary Clinton hava sagt Barack Obama, forseta, at hon vil fegin taka við sum stjóri í Heimsbankanum, tá skeiðið hjá verandi stjóranum, Robert Zoellick, rennur út miðskeiðis í 2012.
Keldurnar vita at siga, at Obama tekur undir við, at uttanríkisráðharrin verður heimsbankastjóri. Tað krevur tó, at øll tey 187 limalondini í Heimsbankanum góðtaka hana sum stjóra.
Sambært Reuters vilja Hvítu Húsini ikki gera viðmerkingar til tíðindini.










