Hillary vann í New Hampshire

Hóast allar meiningakanningar góvu Barrack Obama sigurin, vinnur Hillary Clinton uppstillingarvalið í New Hampshire Fyribilstølini vísa, at Hillary Clinton fær 39 prosent av teimum demokratisku atkvøðunum, og at Barrack Obama fær 37 prosent.

Hjá republikanarunum hevur John McCain vunnið, og tað vístu kanningarnar eisini.

Eygleiðarar undrast á sigurin hjá Hillary Clinton, og fleiri brúka hugtakið ?the comeback kid? um hana.

Barrack Obama viðurkendi ósigurin í morgun og ynskti Hillary Clinton tillukku við sigrinum.