Hillary tryggjað sær plássið í søgubókunum

Hillary Rodham Clinton skrivaði søgu í nátt, tá hon gjørdist fyrsta kvinnuliga forsetavalevni hjá einum av teimum stóru flokkunum til amerikanska forsetavalið.


Harvið verður tað uppgávan hjá fyrrverandi forsetafrúgvuni at vinna á mótvalevnunum republikanska forsetavalevnið Donald Trump.


Tað eru fleiri vikur síðan, at tað gjørdist greitt, at Hillary Clinton hevði tryggjað sær nóg stóra undirtøku í flokkinum at gerast valevni, men allur ivi varð beindur av vegnum í Philadelphia í nátt, har Demokratarnir hava landsstevnu.


Tað var Bernie Sanders, mótstøðumaður hennara í stríðnum um at gerast Demokratiska forsetavalevnið, ið kveistraði allan iva til viks, tá hann gav Hillary Clinton sín fulla stuðul.


- Eg mæli til, at Hillary Clinton verður vald til valevni hjá Demokratiska flokkinum til forsetavalið í USA, segði Bernie Sanders í eini røðu í nátt.


Landsstevnan hevur annars verið merkt av ófriði, eftir at fleiri stuðlar hjá Bernie Sanders hava ført fram, at alt ikki gekk rætt fyri seg, tá Hillary Clinton vann undanvalið hjá Demokratunum. Hóast bæði Bernie Sanders og fleiri leiðandi fólk í Demokratiska flokkinum hava roynt at sissa ónøgdu stuðlarnar, so hevur tað higartil hjálpt lítið upp á støðuna.


Demokratiski flokkurin hevur tó brúk fyri atkvøðunum hjá stuðlunum hjá Bernie Sanders, tí sambært seinastu veljarakanningunum, so hevur Hillary Clinton mist tí tryggu leiðsluna, ið hon hevði fyri nøkrum vikum síðan, og er tað nú sera tætt millum Donald Trump og Hillary Clinton í stríðnum um lyklarnar til Hvítu húsini.