Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sigur nú, at tað er hennara ábyrgd, um eitt ella annað mistak varð gjørt í sambandi við álopið á amerikanska konsulátið í libyska býnum Benghazi í síðsta mánað.
-Eg átaki mær ábyrgdina, segði hon við CNN og Fox News í gjárkvøldið.
Barack Obama, forseti, hevur verið fyri hvøssum atfinningum í sambandi við álopið í Benghazi, sum kostaði sendiharranum og trimum øðrum amerikanarum lívið. Eygleiðarar í Washington siga, at avgerðin hjá Hillary Clinton at taka ábyrgdina á seg kann vera ein roynd at hjálpa forsetanum, nú hann aftur í kvøld skal í sjónvarpið at kjakast við Mitt Romney.










