Hillary ikki forseti

Fleiri ferðir hevur ljóðað, at fyrrverandi amerikanska forsetafrúan Hillary Clinton fer at stilla upp til forsetavalið í 2008, og tey eru fleiri, sum halda, at hon hevur góðar møguleikar at vinna.

Hillary Clinton umboðar í løtuni New York í Senatinum, og nú vísir ein kanning, at har halda fólk ikki, at hon verður forseti í 2008. 62 prosent av teimum spurdu siga, at hon fer ikki at vinna, stillar hon upp, og 49 prosent vænta ikki, at demokratarnir yvirhøvur fara at stilla hana upp. Bara 41 prosent siga, at hon eigur at royna seg. Harafturímóti vísir sama kanning, at fyrrverandi forsetafrúan er væl umtókt sum senatorur, og at hon helst verður afturvald.