Hillary dregur frá

Alt bendir á, at USA fær sín fyrsta kvinnuliga forseta í nátt.

Hósdagin var munurin millum Hillary Clinton og Donald Trump 1,3 prosentstig. Í dag er munurin 3 prosentstig.

 

Meðan Donald Trump seinastu vikurnar støðugt hevur etið seg inn á Hillary Clinton, so er vent í holuni seinastu dagarnar og nú dregur hon frá aftur.

 

Flestu valserfrøðingar meta, at sannlíkindini, at hon vinnur, eru um 98 prosent, meðan Nate Silver, sum hevur orð á sær at vera tann mest álítandi, sigur, at sannlíkindini hjá henni eru um 70 prosent.

 

Tað vóru serliga boðini frá FBI um, at felagsskapurin fór at kanna fleiri nýggjar teldupostar hjá Hillary Clinton, sum vóru komnir undan kavi, sum blástu vind í seglini hjá Donaldi Trump. Men tá FBI sunnudagin boðaði frá, at einki revsivert var at finna, tykist viðvindurin at hava fánað og Hillary Clinton hevur megnað at vent skútuni aftur.

 

Kortið hjá Real Clear Politics yvir, hvar valmenninir sannlíkt enda ber tó brá av stórum spenninigi. Sambært seinastu dagføringini fer Hillary Clinton at vinna við 272 valmonnum móti 268. Seinastu dagarnar eru tað serliga Florida, við sínum 29 valmonnum, og New Hampshire, við sínum fýra valmonnum, sum stríð hevur verið um, og nærum dagliga hava statirnir skift lit so at siga.

 

Skuldi tað víst seg, at lítli New Hampshire verður avgerandi, verður hetta eitt tað javnasta amerikanska forsetavalið nakrantíð. Tá kann eisini hugsast, at vit enda í somu støðu sum tá George W. Bush vann móti Al Gore í 2000. Tá kravdi Al Gore fínteljing í fleiri statum og stríðið um valúrslitið í Florida endaði heilt í hægsta rætti.