Hillary Clinton roynir nú at doyva gitingarnar um, hvørt ætlar sær at stilla upp á amerikanska forsetavalinum í 2016 ella ikki.
-Eg havi fyrr sagt, at eg vænti ikki, at eg geri hatta aftur, segði hon í einari sjónvarpssamrøðu í nátt og sipaði til, at hon royndi at gerast valevni hjá demokratunum í 2008.
Hillary Clinton, sum hevur verið ein tann best umtókti ráðharrin í Obama-stjórnini, hevur ofta verið nevnd sum møguligt forsetavalevni um fýra ár. Fyri nøkrum døgum síðani segði tann kendi republikanski politikarin Newt Gingrich, at Hillary Clinton hevði verið eitt sera gott valevni, og at tað verður torført á vinna á henni, um hon stillar upp í 2016.
Hillary Clinton hevur boðað frá, at hon gevst sum uttanríkisráðharri, so skjótt Barack Obama hevur funnið hann ella hana, sum skal taka við.