Hillary Clinton gevur út bók um árini í Hvítu Húsunum

Bíðað verður í spenningi eftir bókini hjá fyrrverandi amerikansku forsetafrúuni

Hillary Rodman Clinton, kona fyrrverandi amerikanska forsetan Bill Clinton, hevur skrivað eina bók um árini í Hvítu Húsunum í Washington. Bókin hevur fingið heitið "Living History".
Amerikanarar bíða í spenningi eftir bókini, og serliga bíða fólk eftir, um og hvat hon man hava skrivað um viðurskiftini millum mann hennara og Monicu Levinsky. Higartil hava hvørki høvundurin ella forlagið sagt nakað um hetta.
Fyrsta útgávan verður prentað í einari millión eintøkum, og forlagið dylir heldur ikki fyri, at tey vænta, at bókin fer at ganga sum heitt breyð. Áhugin fyri bókini er eisini stórur uttanlands, og forlagið hevur longu selt rættindini til at geva bókina út í 16 øðrum londum.
Sjálv hevur Hillary Clinton longu fingið fimm milliónir krónur í forskoti frá forlagnum. Hon hevur nýtt tvey ár til at skriva bókina, sum er heilar 576 síður.