Hildu Trónd Djurhuus vera njósnara

Brot úr bókini "Tey sóu reytt"

“Nýggir politiskir vindar koma yvir Komm. Ú. seinast í sjeytiárunum. Eftir nøkur ár, har fyrrverandi limirnir í FS hava havt stóra ávirkan á felagið, kemur yngri blóð í Komm. Ú. Av nýggja ættarliðinum eru Niels Christian Nolsøe, Tróndur Djurhuus og Ólavur Waag Høgnesen serliga sjónligir. Hjá einum teirra er tað kortini ikki bara at siga tað at gerast limur.

Sum yngri hevur Tróndur Djurhuus verið limur í ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, Viljanum, og í Hoydølum hevur hann markerað seg sum stuðul hjá stóra fólkafloksideologinum og studentaskúlalæraranum, Óla Breckmann. Politiska kúvendingin hjá Tróndi Djurhuus frá ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum til kommunistisku útisetarnar elvir til stúran, hvørt hann skal gerast limur í Komm. Ú.

Tað er hørð mótstøða frá nøkrum persónum, meðan onnur eru heit talsfólk fyri at breiðka grundarlagið við nýggjum limum. Ein minniluti er atfinningarsamur og óttast, at „kálvurin hjá Óla Breckmann“, sum Tróndur verður róptur, er njósnari hjá føroyska høgravonginum. Tað endar við einari atkvøðugreiðslu, um hann kann gerast limur, og tá av tornar er ein meiriluti fyri tí í felagnum.”