Hondbóltur
Føroysku kvinnurnar vóru fullar í sjálvsáliti áðrenn dystin í Stóra Bretlandi, og tað sást týðiliga frá byrjan.
Føroyar løgdu seg á odda 1-0, og komu frammum 4-2, øll málini skorað av Simonu Petersen. Men eftir dreymabyrjanuna hesa løtuna tóktust kvinnurnar at missa tað góða stevið.
Ongland svaraði aftur og kom frammum 4-8, áðrenn Føroyar kom fyri seg aftur seinastu 10 minuttirnar í fyrra hálvleiki.
Í 20. minutti bjargaði Fríða Petersen eitt brotskast, og í 21. minutti fekk Stóra Bretland eina leikara útvístan. Hesar báðar hendingarnar góðu føroyingunum vind í seglini, serliga tá generalurin í verjuni og í álopinum hendan dystin, Guðrið Mortensen, skoraði uppá brotskast. Støðan var nú 5-8, men vindurin vildi ikki leggja seg ikki.
Føroyinganir stríddu seg uppá 8-8, tá Guðrið skoraði enn eitt brotskast, áðrenn liðini fóru til hálvleiks.
Føroyar tað betra liðið
Í seinna hálvleiki vístu føroysku kvinnurnar øgiligan stríðsvilja. Hóast Stóra Bretland legði seg frammum bæði 8-9, 9-10 og 10-11, svaraðu okkara kvinnur aftur, og hildu á at stríðast.
Tá Føroyar kom á odda 12-11, tóktust tær at hava kontroll á dystinum og høvdu eisini leiktligan yvirvág, hóast tað leikaði sera javnt á.
Tá fýra minuttir vóru eftir, og støðan var 16-14 til Føroyar, tók danski venjarin hjá Stóra Bretlandi eitt time-out, men stríðsviljin og góða verjuspæli hjá føroyingunum hesa løtu, var ikki til at koppa.
Bretar fingu tó eitt mál, men tað hjálpti lítið, tí Føroyar vunnu dystin 16-15. Tískil fingu Føroyar hevnd fyri tapið móti Stóra Bretlandi fyrr í ár.
Vinnarin avgjørdur á borðinm
Fagnaðurin var sum vera mann stórur á føroysku kvinnunum beint aftaná dystin, men okkurt rungaði ikki rætt, tá Stóra Bretland varð lýst til at vinna kappingina.
Útisendin hjá Miðlahúsinum hevði longu boða Miðlahúsinum frá, at Føroyar hevði vunnið kappingina, áðrenn Stóra Bretland fekk tann heiðurin, og hann setti seg tí í samband við føroysku umboðini á staðnum um málið.
Stóra Bretland og Føroyar høvdu eins málmun, +13, men Letland var eisini á fýra stigum, og tí skuldi innanhýsis úrslitið fyri øll trý londini gerast upp. Her stóð Ongland seg best, tí tær vunnu við ikki færri enn fimm málum móti Letlandi.
Samanlagt gav tað bretunum ein málmun á +4 í innanhýsis uppgerðini. Føroyar høvdu málmunin -1 og Letland hevði -3.
Eitt langt og drúgt kjak fór fram millum føroysku umboðini og dómarapanelið. Stóra Bretland og Føroyar skiftust um at gleðast um, hvat lið hevði vunnið kappingina, meðan fyrireikarnir leitaðu sær ráð úr altjóða hondbólts reglugerðum, um hvussu farast skuldi fram.
Fakta
Føroysku málskjúttarnir:
Simona Petersen, 9 mál
Gurið Mortensen, 4 mál
Unn Kragesteen, 2 mál
Ninna K Johansen, 1 mál
Una Olsen, 1 mál