Hildu íslendingum uttanfyri

Íslendingar fingu ongantíð tilboð um at veiða makrel í sjóøkinum hjá hinum strandarlondunum.

Tað sigur íslendski samráðingarleiðarin, Sigurgeir Kristinsson, við íslendskar fjølmiðar. Hann sigur, at íslendingar høvdu hetta sum eitt av sínunm málum, longu tá samráðingarnar byrjaðu í heyst, men at tað fekk ongantíð undirtøku frá hinum pørtunum. 

 

Orðini hjá samráðingarleiðaranum eru svar upp á atfinningar frá einum fyrrverandi altingsmanni, sum vísir á, at íslendingar høvdu fingið einar 10 milliardir krónur meiri burtur úr makrelinum, um teir sluppu at veiða hann í norskum og ES-sjógvi, tí tá fæst betri prísur fyri hann. Fyrrverandi tingmaðurin, Kristinn H. Gunnarsson, heldur, at Ísland gjørdi eitt sdtórt mistak við at fara frá samráðingarborðinum. 

 

Men Sigurgeir Kristinsson, samráðingarleiðari, sigur, at íslendingar fóru ikki frá samráðingarborðinum, men at samráðingarnar slitnaðu. 

 

-Longu í heyst tóku vit tað upp, at vit vildu sleppa at fiska maskrel í økinum hjá hinum pørtunum, men hetta vísti seg ikki at vera møguligt. Tað vóru serliga norðmenn, sum vóru ímóti, og tað tóktist, sum at teir trýstu føroyingar til at halda okkum uttanfyri, sigur íslendski samráðingarleiðarin.