Hildu ikki tilmælini um koronu

Men tað hevur verið lítið fólk í býnum

Hetta er seinasta vikuskifti upp undir jól og samstundis er hett annað vikuskiftið, at nýggju koronutilmælini hjá landsstýrinum eru í gildið. Eitt av hesum tilmælunum var, at skeinkistøð skuldu lata aftur klokkan 23 – og tað hava tey yvirhøvur gjørt.

 

Men løgreglan sigur, at í nátt var tað okkurt skeinkistað, sum ikki helt tað tilmælið, men sum hevði opið út á náttina. Talan var um eitt skeinkistað uttan fyri Havnina – men løgreglan sigur, at tað hevur verið lítið fólk í býnum og at tað hevur verið stak friðarligt. Men tíðliga í morgun varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning.

 

Sum sagt er tað bara eitt tilmæli, at skeinkistøðini skulu lata aftur klokkan 23 og sostatt fær løgreglan ikki gjørt nakað við tað, at onkur hevur havt opið út á náttina.