Hildigunn vísir fram í Smiðjuni

Hósdagin 14. apríl klokkan 14 letur Hildigunn Tausen listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin er opin til 20. apríl, allar dagar frá klokkan 10 til 18. Hildigunn Tausen, sum er ættað úr Hovi, hevur altíð verið áhuga í lit- og ljósspælinum í nattúruni, men fór kortini ikki at málað fyrrenn hon var vaksin og fór at lesa til psykoterapeut, har málningalist var ein av útbúgvingargreininum

Hetta síðsta árið hevur hon brúkt so gott sum alla sína frítíð til at mála í og í hesum sambandi hevur hon eisini gingið til listamáling hjá kenda fjónska listamanninum, Preben Beck.

Og nú verður so høvi at síggja úrslitið á hesi framsýningini, har málningarnir eru sprotnir úr gerandisdegnum.

Hetta er aðru ferð at Hildigunn Tausen hevur listaframsýning, hon hevur áður havt listaframsýning í læknahúsinum í Gelsted á Fjóni.