Hildigerð Djurhuus er ársins álitisfólk

Hildigerð Djurhuus, álitisfólk á Posta, varð fyri løtu síðan á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum kosin ársins álitisfólk fyri hennara ótroyttiliga arbeiði fyri limir felagsins á Posta.

Í grundgevingini sigur nevndin soleiðis: 

"Nevndin í Starvsmannfelagnum vil við hesum heiðra Hildigerð Djurhuus fyri arbeiði hennara sum felags álitisfólk í almenna partafelagnum Posta.

Posta er eitt arbeiðspláss, sum í fleiri ár hevur havt stórar avbjóðingar við at halda sáttmálan í starvsfólkamálum.

Hildigerð hevur í fleiri ár verið við til at verja rættindini hjá limunum undir truplum umstøðum.

Trúføst, treisk og ótroyttiliga hevur hon átikið sær uppgávuna at verja limirnarnar og teirra rættindi.

Hon hevur sýnt vilja og áhaldni, tá hart hevur leikað á og onnur høvdu kastað frá sær.

Fyri hetta heldur nevndin at hon uppiborið viðurkenningina sum Ársins Álitisfólk 2020.”

 

Ársins álitisfólk er afturvendandi tiltak, har eitt álitisfólk hjá felagnum verður heiðrað fyri sítt arbeiði sum álitisfólk. Eitt arbeiði, sum ikki altíð er so hugaligt ella tespiligt, við tað, at álitifólkið er millumlið millum leiðslu og starvsfólk vegna fakfelagið - ofta í sambandi við trætur og trupul starvsfólkamál. Tí er tað alla æru vert, tá fólk bjóða seg fram sum álitisfólk úti á teimum mongu arbeiðsplássunum kring landið.