Hildigunn Tausen; sum er ættað úr Hovi, hevur altíð verið áhugað í lit- og ljósspælinum í nattúruni, men ikki fyrr enn hon fór í gongd við eina fýra ára útbúgving sum psykoterapeut, har listamáling var eitt av útbúgvingargreinunum, varð áhugin fyri at mála vaktur.
Eftir lokna útbúgving í 2010 hevur Hildigunn Tausen nýtt so gott sum alla sína frítíð til listina, og hevur hon málað nógvar fjølbroyttar málningar. Hettar síðsta árið hevur Hildigunn gingið til listamáling hjá kenda fynska listamanninum Preben Beck og har lært ein hóp.
Málningarnir eru sprotnir úr gerandisdegnum, hugflog og kenslum her og nú.
Hettar er aðru ferð, at Hildigunn Tausen hevur listaframsýning. Hon hevur áður havt listaframsýning í læknahúsinum í Gelsted á Fyn.
Framsýningin heldur fram til 20. apríl og er opin allar dagar frá 10-18.










