Hilda Maria Næs, sum hennara fulla navn er, er fødd Ludvig og hon varð fødd 9. mars í 1925 og er uppvaksin í Nesi í Hvalba.
Hilda er dóttur Onnu Katrinu og Jacob Ludvig í Nesi í Hvalba og tey vóru níggju systkin. Hon eg gift við Dánjal Petur Næs, vanliga nevndur Allon.Tey vórðu gift 9. desember í 1950 og hava sostatt havt gullbrúdleyp.
Tey eiga trý børn, Martin, Onnu Katrinu og Jóngerð umframt fýra ommu- og abbabørn, Gisla, Hilmar, Allan og Bjørgvin.
Ung fór Hilda til Vágs at tæna og tænt hon í nøkur ár hjá Andrew Godtfred.
Síðani var hon í Havn og seymaði hjá beiggja sínum, Niclas Ludvig.
Ìmeðan børnini vóru smá, var hon heima sum vanligt var tá á døgum, og passaði hús og børn.
Seinni fór hon at arbeiða fisk í Agnavík. Tá var nógv arbeiði har.
Í sjeytiárunum tók Allon við sjúkrakassanum eftir faðir sín og har hjálpti Hilda rættiliga nógv til. Ímeðan Allon róði út, kravdi Hilda inn fyri sjúkrakassa. Tá varð gingið runt bygdina.
Føðingardagin er hilda burturstødd.