Hilbert vil hava seyð av vegnum

Spyr floksfelagan hjá sær um hegn

Føroyskir bilførarar eru vanir við, at seyður gongur á vegunum, og er tað eitt av teimum evnum, ið veruliga kann festa eld í eitt kjak í Føroyum. Evnið verður nú eisini reist á tingi, eftir at Hilbert Elisson, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett floksfelaga sín Henrik Old, landsstýrismann í Samferðslumálum, ein §52a fyrispurning um hegning fram við landsvegunum.


- At seyður frítt kann ganga á landsvegunum, har hámarksferðin t.d. er 80 km/t, hevur við sær, at tað er sera vandamikið at ferðast í bili á nógvum vegastrekkjum í landinum, skrivar tingmaðurin í viðmerkingunum til fyrispurningin.


Tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin spyr ítøkiliga um hegning fram við landsvegin millum Vestmanna og Kollafjørð, ið sambært honum er tiltikið fyri at hava nógvan seyð á vegnum.


- Nevnda vegastrekkið er tiltikið fyri nógvan seyð á vegnum, og nógv ferðsluóhapp eru árliga. Hetta kostar nógvan pening persónliga og í tryggingum, skrivar tingmaðurin í fyrispurninginum og heldur fram.


- At eingin skipað hegning hevur verið fram við landsvegum okkara, hevur havt stórar fylgjur fyri bilaferðsluna, og hevur tað enn. At so at siga einki verður gjørt við nevnda vegastrekkið, er ikki nøktandi.


Tí vil tingmaðurin hava landsstýrismannin av svara, um nøkur ætlan er at gera nakað við umtalaða vegastrekkið og um Landsverk hevur fingið nakra játtan til arbeiðið.