Danska 1. deildarfelagið váttar, at tað hevur verið í sambandi við Toda, men at onnur feløg eisini eru áhugað í honum. - Tað passar, at eg havi tosað eitt sindur við Toda, men eg haldi, at hann hevur brúk fyri eitt sindur av tíð til at finna út av, hvat hann ætlar. Vit eru tó avgjørt áhugaðir í honum, og tað eru onnur feløg eisini, sigur Nicolai Kaas-Heilmann, stjóri í HIK, við bold.dk.HIK hoyrir heima í Hellerup og liggur niðarliga í donsku 1. deild.