High School Musical: Tað tóma rúmið

Frits Johannesen:

 

 

Grør um gangandi fót. Øll hava einaferð gingið í skúla og hava mangar søgur frá hesi tíð, sum av og á stinga seg upp í sinnið. Tú kanska brosar, tá ið hugsað verður um okkurt spæl í skúlagarðinum, á gongini, sum hevði okkurt sjáldsamt við sær, har kroppur, sál og orð merktu tín verumáta og tína atferð. Hetta var í tí tóma rúminum. Hvønn dag, skuldu vit seta okkara spor, hælkoytur í okkara lívssæla spæl. Tá ið so lærarin kom, ja, so mátti verða friður. Høvdu vit kunnað flutt hetta spæl yvir á ein pall í einum leiki, so hevði hetta gagnað næmingunum, flokkinum, foreldrunum, skúlanum og bygdini á ein annan hátt, har ótryggleikin í tí tóma rúminum varð munandi skerdur. Sjálvsálitið hevði fingið eina aðra gongd. Spælið helt sjálvandi fram eftir skúlatíð í býlingum t. d. húsanna millum frá fjall til fjør

 

Kanska er tað okkum í kjøtinum borið at verða ótrygg , tá ið vit ikki hava okkurt t. d. eitt skýli, ein garð, vegg á ein ella annan hátt at hella okkum til. Vit eru kanska øll eitt sindur fjalin og vilja goyma okkum. Hetta sæst væl, tá ið komið verður í eina høll, ein sal, í eina kirkju, at vit fara ikki á fremstu brík, men leita okkum heldur eitt sindur aftantil í hesum rúmum, so vit ikki so væl koma til sjóndar.

 

Tað er altíð spennandi at síggja børn fara á leikpall og royna síni evni. Er hetta í skúlatíðini, verður hetta seint gloymt. Lukkutíð, kemur hetta fram til jóla í flestu skúlum, at børn spæla onkran lítlan jólaleik, sum foreldur, børn, lærarar, abbar og ommur kunnu frøast yvir. Hetta er gleðiligt.

 

Tey skapandi evnini skulu ikki forsmáast. Sjálvandi koma tey til sín rætt í teimum skapandi lærugreinunum t. d. myndlist, sangi og tónleiki, men tað skal ein orka, kunning og vegleiðing til fyri at fáa hetta at bera til. Havi sagt tað áður um skúlan og hansara virki, at minsta mark er lóggávan, kunngerðirnar og lesiætlan. Afturat koma allar tær óskrivaðu lógirnar, sum krevst av næmingunum t. d., meðan teir eru í skúla, sum eru ymiskar frá lærara til lærara og frá skúla til skúla. Seta vit ikki skorðar undir tí listaliga, teimum skapandi lærugreinunum, so fá vit ein lívleysan skúla.

 

Bukka fyri mær

 

Tað var eitt stórt lop, tá ið børnini komu í skúla og fóru í fyrsta flokk, so smæðin tey vóru. Heimið var eitt lítið umhvørvi, og so koma inn um skúlans gátt, har ein rúgva av næmingum reikaðu aftur og fram. Tey vóru still, friðsæl og brúktu eygað og oyrað at lata umhvørvið í, so tað passaði til teirra barnaverð. Hetta gekk fyri seg á ein friðarligan hátt uttan nakra innskúling. Nú er so alt blivið øðrvísi, tí nú fara tey í barnagarð og kanska forskúla við, áðrenn tey trína inn um skúlans gátt. Nú er broytingin ikki so stór, sum áður í tíðini, ta ið komið verður inn um gáttina í skúlastovuni.

 

 Hugsaði mangan, ta seinastu tíðina eg undirvísti, tá ið tey smáu, sum komu úr barnagarðinum í skúlan, at tað smædna var farið, og kendist teirra innrás í skúlan eins og boðskapurin var: “Bukka fyri mær, her komið eg!” Einki ilt um tað. Tíðin broytist. Fólkaskúlin er væl fyri. Ja, ja bukka fyri mær... tað munnu mong hugsa, at børnini skulu lyftast og lættast, so tey hava tað gott í skúlanum. Tað eru mangir vegir, sum farast kunnu um. Í øllum lærugreinum kunnu vit leggja okkara skapandi evni inn í hesa mynd, men kanska kemur hetta best til sjóndar í teimum skapandi lærugreinunum, og ikki at tala um, tá ið ein sangleikur er á breddanum, og tey skulu royna sítt kynstur. – Ja, tá er gaman at leva!

 

 

High School Musical

Nú eru Bárður á Lakjuni og Marjun Joensen, lærarar í Fuglafjarðar skúla, aftur á breddanum við einum leiki. Hetta er sangleikabreytin á skúlanum, og hevur hon givið gott úrslit, síðani hon sá dagsins ljós. Hetta er 7. leikur úr teirra hond, sostatt eru 12 sangleikir tilsamans komnir úr Fuglafjarðar skúla, oman av Skarðsáryggi í Mentanarhúsið. Hetta er stak vakurt, so vit kunnu bara siga: Lukka, fattið barnið!

 

Fimmti næmingar fara á pallin. Her verður ein rokan í fjørðinum. Teir eru úr Fuglafirði, Leirvík, Gøtu og Klaksvík. Tað skal gott hegni til at fáa hetta at ganga upp í eina hægri eind. Týtt leikin hevur Edmund Williamsson og snikkað yrkingarnar til, staðið fyri tónleikinum, Bárður á Lakjuni og leikstjórnað, Marjun Joensen. Øll lærarar í Fuglafjarðar skúla. Tíggju næmingar taka sær av tónleikinum.

 

East High School Musical er bygdur á ein ungdómsfilm, sum hevur verið vístur á Disney Channel, barnarás, gjørd og skapað av Walt Disney Studios. Varð vístur fyrstu ferð á amerikansku Disney Channel 20. januar 2006 og 8. sept. 2006 á skandinavisk Disney Channel. Hetta verk hevur fingið gott orð á seg. Hevur í fikkuni ein Emmy Award og er nú latin í føroyskan búna. Sælur er tann, sum tað góða orðið fellur á.

 

Ja, tað verður ov drúgt, at fara út í æsir við handlingini, men nevna kunnu vit at Troy Bolton og Gabriella Montez verða tvingað til eina karokeduett saman á eini nýggjársveitslu og gerast vinir. Tey møtast aftur, tá ið Gabriella av tilvild flytur til skúlan og býin, har Troy býr. Troy vísir Gabriellu kring á skúlanum, og tey síggja umsøknarblaðið til upptøku at syngja í vetrarsangleikinum á skúlanum. Troy hugsaði nógv um , tá ið tey møttust fyrstu ferð, og Gabriella og hann sungu saman,. Tað endar við, at tey fara í holt við at royna at koma við í hesa kapping. Tað vóru onnur á skúlanum sjálvandi, sum vildu røkka sama máli. Troy var annars ein stjørnuspælari á kurvabóltaliðnum í skúlanum og leiðari tess. Meistarakappingin stóð fyri framman, so hann hugsaði bæði um ítróttin og sangleikin. Við tógvið stríð og strev vinna tey bæði dystin og fáa sigursgávuna. Hetta var teimum til stóra gleði, men aðrir næmingar, royndu at leggja fótonglar fyri teimum, men hetta miseydnaðist.

 

 

 

 Leikurin í sjálvum sær

Hetta eru næmingar úr 10. flokki og onkur úr níggjunda 9. flokki, sum eru við í hesum leiki. Á, teir ediligu næmingar, so væl teir fóru við sær - vælvovið kropsmál, brosandi andlit, rótfast stev og gongulag. Ljóðkát sum á torvheiðum og rørslurnar flugu um høvur og fót. Ikki at tala um felags fimleikadansitrini. Einki fall av teirra millum. Jøvn, stinn og bragdlig.

 

Tað skal góður vilji og góðar hendur til at fáa hetta at sampakka og liva sítt sæla lív í sinni, skinni og sál. Bæði hjá teimum, sum stíðla fyri og hjá hesum ungu, glaðlyntu kroppum, sum skulu útinna verkið. Tað skulu serligar gávur til, at tú sum leikari skal lata teg í ein annan persón og fáa henda at liva í tínum huga og likami. Undrist mangan yvir hetta lítla, fitta samfelagið vit eiga, so fjølbroytt vit eru og standa ikki aftan fyri aðrar tjóðir á tí mentanarliga økinum. Tvørturímóti.. skara kanska framúr í so máta.

 

 Undirspælið var sum ein vakur innsúður á stillini vatni, har tarakonglar og tararbløð kíndu hvørt øðrum, men sanniliga eisini, tá ið tað breyt um boðar, flúrar og sker livdi taraskógurin á ein annan hátt í rytmiskum, lagdeildum, randhvítum landbrimi. Tað var eins og leikurin varð flættaður inn í hetta mynstruta skap, sum ikki var uppgjørt, men satt og veruligt.... og natúrligt fyri hesar ungu sálir.

 

Ja, tað hevur verið eitt tógvið stríð at fáa allar hesar snøklar at røkka. Pallurin er smíðaður á Tekniska skúlanum í Klaksvík, og stóð sína roynd eins og ein vøkur rók á summri, har tey ungu tóku seg niðan og góvu seg oman, væl og lætt í ungmanna kæti eins og seyður og lomb ein fagran summardag. Tað tekniska, ljós og ljóð gingu hond í hond og væl riggaði. Leiðarin í Mentanarhúsinum, Kristina Berg hevur rós uppiborið fyri sín leiklut í hesum tiltaki.

 

Endi

At sita har og líða á sum ein gamal lærari, rørir sinnið. Ein flóð av aldum í poetiskum stíli tekur um teg frá farnum døgum. Øll tey børnini, sum tú hevur sæð. Øll tey barnaeyguni, sum leitandi eru farin um skúlaplássið og hugt upp á teg, renna fram fyri teg eina slíka løtu. Fleiri hundrað eygu. Vóni hesin gróður, sum hevur tikið seg upp í skúlanum kann mennast, flytast á ymsan hátt og verða til gleði fyri heim og skúla. Takk fái tit ungu leikarar fyri hetta valaverk. Somuleiðis Marjun, Bárður og Edmund. Ja, grør um gangandi fót, men svultin er sitandi kráka!!!