Higartil hevur tað verið tepurt millum B68 og HB

Hjá B68 halta fleiri at lyklaspælarunum, nú teir fyrireika seg at fara á Tórsvøll

Tað eru ymiskar dagsskráir, tá ið HB seint seinnapartin á Tórsvølli fær vitjan av B68.

 

Avgerðin hjá Yvirkærunevndini í kæruni hjá toftamonnum um dystin ímóti B36 ber við sær, at toftamenn vunnu trý stig og styrktu um vánirnar at varðveita plássið í bestu deildini. Um tað í dag eydnast B68 at vinna stig í høvuðsstaðnum, so verður talan um eykavinning, áðrenn trý tey síðstu umførini, tá ið B68 skal spæla ímóti AB (h), NSÍ (ú) og so B36, sum á Svangaskarði fær høvi at siga takk fyri seinast.

 

Hjá B68 verður Hugin Samuelsen ikki við í dag. Tað er ivasamt, um miðverjin Hjalti Strømsten, og framrættaðu Esmar P. Clementsen og Andri Benjaminsen eru førir fyri at spæla.

 

HB hevur tvær ferðir fyrr í ár verið á Svangaskarði. Fyrru ferðina endaði tað 1-1, og seinnu ferðina vann HB 1-0.

 

Hjá HB er tað ivasamt, um Heri Hjalt Mohr er førur fyri at spæla. Hilmar Leon Jakobsen, Tróndur Jensen eru langtíðarskaddir, og miðverjin Gustav Kjeldsen er farin av landinum.

 

Í trimum teimum seinastu umførunum skal HB spæla ímóti KÍ (ú), B36 (ú) og NSÍ (h).